Vitlíki
Vitlíki mascots — a ram and a puffin at the mic
Vitlíki podcast cover art

Feskasti parturin

014 · Veðurdátur og Orkuframleiðsla (Andrias Klein Gregoriussen og Terji Nielsen)

3. mars 2026

Eitt føroyskt poddvarp um vitlíki

Veitst tú hvussu vitlíki kemur at broyta føroyska samfelagið? Tað gera vit altso heldur ikki, men vit royna at koma við einum undirhaldandi svarið.

Beep boop...rulla!

Partar

Nýggjastu partarnir

014

Veðurdátur og Orkuframleiðsla (Andrias Klein Gregoriussen og Terji Nielsen)

3. mars 2026

013

Út úr maskinrúminum (Ólavur Ellefsen og Gunnleygur Clementsen)

16. feb 2026

012

Vitlíki á Jobmatch 2025 (3 samrøður um vitlíki)

5. jan 2026

011

Vitlíki og Skúlaverkið (Martin T. Zachariasen & Christian Joensen)

8. des 2025

010

Marruføði og dystopi (og status)

14. nov 2025

009

CityDNA: AI og Tourisme (Peter Rømer Hansen & Magnus Hessbo)

1. okt 2025

Um

Eingin annar tók tað upp. So vit gjørdu tað — sum poddvarp!

Vitlíki byrjaði sum ein samrøða millum tveir forvitnar fýrar, sum noktaðu at vera hvørki heppikór ella dómadagsprofetar — men endaðu, sum tað ofta gongur, endaðu sum eitt sindur av báðum. Hvør partur fer beint í kjarnuna: møguleikar og vandar, uttan pynt.

Sendingin sker ígjøgnum etikk, stýring, politikk, amboð og mentan innan vitlíki — alt sæð gjøgnum eitt rátt og ósílað føroyskt sjónarhorn. Einki corporate-prát. Ongar tryggar meiningar. Einki filtur.

Gestirnir eru granskarir, serfrøðingar, íverksetar, undirvísarir og politikarir— men eingin sleppur lætt. Samrøðan er altíð í rørslu, og sniðið broytist, tá tað krevst.

Vertirnir

Andlitini handan røddirnar

Tróndur Hentze Sørensen

Tróndur Hentze Sørensen

Íverksetari, bókhaldari

Tróndur hevur eitt vinnuligt og íverksetaraligt sjónarhorn á vitlíki. Jarðbundin, praktisktur og veruliga forvitin um, hvat tøknin merkir fyri føroyskt vinnulív og samfelag. Tróndur rekur fyritøkuna Slóð.

+298 91 00 02
Martin Mohr Olsen

Martin Mohr Olsen

Vitlíkis-strategur, akademikari

Martin setur spurnartekin við vitlíki í mun til samfelagsfrøði og stjórnmálafrøði. Hann fæst eisini við vitlíkisnetverkið Hugar á Fróðskaparsetrinum og rekur fyritøkuna Logi.

+298 210 115

Bóka

Øsandi framløgu?

Martin og Tróndur kunnu bíleggjast til live poddvarp upptøkur, framløgur, pallborðskjak, tíðindasendingar — saman ella hvør sær. Vit hava drúgvar royndir at tosa um vitlíkis-stjórnan, etikk, amboð, fyrimunir og vansar. Vit tosa eitt greitt og ikki-tekniskt mál, soleiðis at øll eru við.

Vitlíki mascots pointing