Tórshavn, 20. september 2024

Til Føroya Landsstýri

Átrokandi tørvur á politiskari støðutakan
um nýtslu av vitlíki

Vit, undirritaðu, umboðandi stovnar og felagsskapir í Føroyum, venda okkum til landsstýrið um eitt mál av alstórum týdningi fyri framtíð Føroya. Sum áhugapartar í talgilding á ymsum økjum í føroyska samfelagnum kenna vit tað sum okkara skyldu at gera vart við tørvin á politiskari støðutakan og raðfesting av vitlíki.Vitlíki hevur seinastu árini av álvara tikið dik á seg. Møguleikar innan nýskapan, vøkstur og menning av vælferðini eru stórir, men tað eru eisini etiskar og trygdaravbjóðingar, ið fylgja við tøknini. Menningin innan vitlíki gongur skjótari enn vit hava sæð við nakrari aðrari tøkni í søguni. Vit standa fyri eini kollvelting. Mál, mentan, skúli, heilsuverk, almenn fyrisiting, fíggjargeirin og vinnan eru bara nøkur av økjunum, sum standa fyri stórum broytingum – broytingar sum kunnu ávirka karmarnar fyri fólkaræðið í sjálvum sær.Broytingarnar verða so umfatandi, at tað er alneyðugt við miðvísum politiskum visjónum og ætlanum. Tað er avgerandi, at vit sum land eru klár at gagnnýta teir møguleikar, sum vitlíki hevur, og eisini taka støðu til hvussu vit verja okkum fyri møguligu neiligu ávirkanini av tøknini. Raðfesting á hesum økinum verður avgerandi fyri at varðveita okkara mál, mentan og vælferð. Og verður rætt borið at, kann vitlíki, saman við aðrari tøkni sum t.d. tólmenni, við nýskapandi og effektivum loysn­um, verða við til at loysa ein part av stóru haldførisavbjóðingunum, sum vit standa fyri, m.a. innan heilsu-, almanna- og eldraøkið.Okkum kunnugt eru ongar yvirskipaðir politiskar visjónir á økinum. Vitlíki varð ikki nevnt í samgonguskjalinum frá 2022, ongar politiskar ætlanir um vitlíki finnast, og einki landsstýrisfólk hevur vitlíki sum málsøki. Í grannalondum okkara hevur vitlíki hin vegin verið á politisku dagsskránni í rúma tíð. Tað er partur av politiska orðaskiftinum, og visjónir, politikkir og lógarverk eru longu orðað.Vit vilja tí heita á Føroya Landsstýri at taka stig til at seta vitlíki á breddan politiskt. Hetta kann verða gjørt við:

  • At vitlíki verður lagt sum serstakt málsøki til landsstýrisfólkið við ábyrgd av talgilding av samfelagnum (privat og alment)

  • At skipa fyri vitanarátøkum og aðalorðaskifti at økja um vitanina og tilvitskuna um vitlíki

  • At orða visjónir, ætlanir og politikkir á økinum, umframt fíggjarliga raðfesting at føra hesar visjónir og ætlanir út í lívið.

Vit hava í Føroyum fyrr prógvað, at vit kunnu flyta okkum skjótt, m.a. á tøkniøkinum, um vilji er til tess. Vit eru um at gerast ov sein á sjóvarfallinum, men verður farið undir munagóð átøk nú, kunnu vit tó framvegis náa at gera okkara til at fáa tað besta burturúr nýggju tøknini og samstundis varðveita ræðið á egnum umstøðum og menning.Við hesum takka vit fyri, at tit hava givið hesum átrokandi máli gætur, og vóna, at tit taka væl ímóti okkara áheitan.Vinaliga,

  • Edvard Heen, Almannaverkið

  • Eyðun Christiansen, Kommunufelagið

  • Niels Winther, Vinnuhúsið

  • Martin Zachariasen, Fróðskaparsetur Føroya

  • Hjalmar Hansen, Undirvísingarstýrið

  • Steinar Eirikstoft, Sjúkrahúsverkið

  • Eyðun Mørkøre, TAKS

  • Leif Abrahamsen, Gjaldstovan

  • Nicolai Balle, Talgildu Føroyar

September 2024

AI – hvat hendir?

Í samband við árligu Útnorðurdagarnar, skipa Norðurlandahúsið, NORA og Uttanríkismálaráðið fyri almennum seminari og pallborðsfundi um vitlíki.

Mei 2024

Tankasmiðjan

Á vári 2024 savnaðust áhugapartar úr grannalondum okkara til eina byrjandi tankasmiðju um samstarv innan vitlíki.

Norðurlendskar frágreiðingar

Norðurlendska samstarvið samstarvar um at geva út frágreiðingar um ymisk evni. Eisini eru útgávur um vitlíki byrjaðar at koma út.

Altjóða felagsskapir

Her eru nýggjastu frágreiðingarnar viðvíkjandi vitlíki frá ymiskum altjóða felagsskapum, so sum Sameindu Tjóðir, Amnesty International, World Economic Forum, Freedom House, Reporters Sans Frontiérs oø.